Innanlands

Størsta íslendska fiskiskipið á Kollafirði

Komnir inn fyri veður, og fara helst avstað aftur í morgin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

2018-12-15 19:36 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Fyri stuttum var heimsins størsta fiskiskip, hollendska Annelies Ilena, og landaði í Kollafirði.

Í dag liggur aftur eitt stórt fiskiskip á Kollafirði, ja, óivað tað størsta í Íslandi.

Tað er pelagiska nóta- og trolskipið Aðalstein Jónsson, frá Eskifirði, sum íslendingar hava keypt úr Norra, og sum kallaðist Libas.

Skipið er bygt í 2004, er 95 metrar langt og 17,6 metrar breitt. Motorurin er ein 8046 HK. Wartsila, Lastin er lítil í mun til skipið og tekur “bara” 2200 tons. 

(Pelagiska skipið, Beitir, lastar mest av íslendsku fiskiskipunum, heili 3300 tons. 
Hann er annars minni enn Aðalstein Jónsson)

Skrokkurin er bygdur í Póllandi, og skipið var liðugt smíðjað í Norra. Tað er bygt sum kombinerað fiski- og ransóknarskip. Tað er óivað fyrsta pelagiska skipið við innilokaðum nótapavni, sum er í stýriborð aftanfyri miðjuna á skipinum. 10 mans eru við, og harafturat eru 20 koyggir til “næmingar” og skeiðshølir og annað, sum var nýtt í Norra.

Tað er felagið Eskja á Eskifirði, sum eigur Aðalstein Jónsson.

Felagið eigur eisini pelagisku skipini Jón Kjartansson og Guðrún Torkelsdóttir, sum eisini fiska lodnu, sild, makrel og svartkjaft.

- Skipið er bæði stórt og gott. Tað er gott at hava innilokaðan nótapavn, men tað er ikki líka einfalt at kasta við nót, tá nótapavnurin nærum er mitt á skipinum, sum tá hann er har afturi á skipinum, sigur skiparin, Halldór Jónasson.

- Vit fiskaðu svartkjaft eystanfyri Føroyar og eru komnir inn fyri veður. Vit eru noyddir at bíða eftir betri veðri, sum nokk ikki verður fyrr enn sunnudagin, sigur skiparin. 

Halldór Jónasson og stýrimaðurin Theodor Haraldsson, vóru blíðir við sjómanstrúboðarin, sum vitjaði umborð seinnapartin í gjár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder