Uttanlands

Størsti føroyski landabásurin á fiskavørumessu í Barcelona

Heimsins størsta fiskavørumessa, Seafood Expo Global, flutti í ár úr Brussel til Barcelona. Níggju føroyskar fyritøkur vóru umboðaðar á føroyska landabásinum, sum í ár var tann størsti nakrantíð

(Mynd: Industry.fo)

(Mynd: Industry.fo)

2022-05-02 17:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heimsins størsta fiskavørumessa, Seafood Expo Global varð í døgunum 26. til 28. apríl hildin í Barcelona.

Seinastu tvey árini hevur ráðstevnan verið avlýst orsakað av koronu, men í ár varð hon so hildin. Upprunaliga skuldi hon vera í belgiska høvuðsstaðnum Brússel, men av tí at messan varð vorðin ov stór til umstøðurnar har, varð hon flutt til spanska býin.

Føroyski landabásurin var í ár víðkaður til 308 fermetrar, sum er tað størsta hann nakrantíð hevur verið. Landabásurin var plaseraður í fyrstu høllini aftaná høvuðsinngongdina, og hevði fingið nýtt snið, sum Sansir hevði sniðgivið.

Føroyskur landabásur hevur verið á Seafood Expo Global, síðani hon byrjaði fyrst í 90unum, tá hon byrjaði sum ein lítil messa í Brússel. Fyrstu tíðina samskipaði Menningarstovan føroysku messuluttøkuna, men seinni árini hevur Vinnuhúsið samskipað føroyska landabásin.

Fleiri myndir frá messuni síggjast á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder