Ætlanir eru um at byggja stórt uppsjóvarvirki í Vági, og sum skilst er stór pelagisk fyritøka uppi í leikinum.
Keldur sum Fiskur.fo hevur tosað við siga, at talan skal vera um norska Pelagia, sum hevur virksemi í fleiri londum í Norðurevropa.
Eisini keldur hjá Dimmalætting vita, at talan eru um norska uppsjóvarrisan, Pelagia. Eisini verður upplýst at føroysk feløg eru við í ætlanini.
Pelagia hevur virkir í Norra, Danmark, Skotlandi, Onglandi, Hetlandi og í Írlandi.
Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, segði við Portalin í gjár, at ætlanin hjá stigtakarunum er at byggja eitt virki upp á 4000 fermetrar við møguleikum at byggja út við 1000 fermetrum afturat.
Virkið skal eftir ætlan vera eystan fyri núverandi vinnuøki á Oyrunum, har sum marghøllin er.
Les eisini: Ætlanir um uppsjóvarvirki í Vági
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald