Ætlanir um uppsjóvarvirki í Vági

Stigtakararnir hava fingið ávíst eitt stykki eystan fyri núverandi ídnaðarøki á Oyrunum

Tað er økið uttanfyri ella eystan fyri grótkasti, sum nú stendur stigtakarunum í boði at byggja uppsjóvarvirki á (Mynd: Google)

Tað er økið uttanfyri ella eystan fyri grótkasti, sum nú stendur stigtakarunum í boði at byggja uppsjóvarvirki á (Mynd: Google)

2023-09-28 11:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ætlanir eru um at byggja stórt uppsjóvarvirki í Vági. Á fundi í gjárkvøldið samtykti Vágs býráð at vísa teimum áhugaðu á eitt øki innan eystan fyri núverandi vinnuøki á Oyrunum, og nú verður við spenningi bíða á kommunuskrivstovuni um ein umsókn umbyggiloyvi fer at koma.

Tað sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági.

Hann hevur í løtuni ikki møguleika fyri at siga, hvørji fólkini aftan fyri ætlanina eru.

- Tað var tíðliga í summar, at fólk vendu sær til okkara og spurdu um møguleikan fyri at byggja eitt pelagiskt virki í Vági. Tað hendi ikki so nógv meira enn, at vit vóru kunnað um ætlanina, og tey fingu at vita, at vit vóru áhugað í at hoyra meira um ætlanirnar, greiðir borgarstjórin frá.

- Í august vórðu so nakrar fyribils skitsutekningar vístar fram fyri kommununi, og býráðið varð kunnað um hetta á býráðsfundinum, sum var hildin 28. august.

- Eftir tað er ikki hent so nógv meira enn, at samskifti hevur verið við okkara teknisku deild viðvíkjandi møguligari havnaútbygging. 12 september vendu tey so aftur til okkara fyri at vísa skitsurnar, sum nú var vorðnar meira konkretar, fram. Ætlanin hjá teimum er at byggja eitt virki upp á 4.000 fermetrar við møguleikum fyri at byggja út við 1.000 fermetrum afturat.

[object Object]Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu (Savnsmynd)

- Býráðið viðgjørdi hetta á fundinum í gjárkvøldið, og her samdist býráðið um at vísa teimum áhugaðu á økið innan fyri verandi vinnuøki, har ríkir møguleikar fyri at byggja virkir av hesum slag, greiðir Bjarni Johansen frá.

Han sigur, at skal eitt virki koma her, so skal nakað av spreinging til og nýggjur bryggjukantur gerast, men hvør skal standa fyri hesum arbeiðinum, eru partarnir ikki komnir til enn.

- Tað verður helst ein partur av samráðingunum, sigur borgarstjórin, sum er sera spentur upp á ætlanirnar.

- Hetta virki kann fáa stóran týdning fyri Vág, tí tað við tíðini fer at skapa arbeiðspláss. Eitt slíkt virki gevur eisini ringvirkningar í býnum. Bara tað, at tað koma skip inn at landa, gevur arbeiðsuppgávur til atknýtta vinnu, vísir Bjarni Johansen á.

Ætlanin er at nýggja virkið í Vági skal kunna taka ímóti 2.000 av uppsjóvarfiski um samdøgrið.

Nú verður so bíðað eftir næsta leiki frá teimum, sum ætla at byggja virkið. Bjarni Johansen ger vart við, at ongin umsókn um byggiloyvi er komin enn.

Í Vági hava søgur gingið um hesar ætlanirnar, og at talan skal vera um at byggja á økið, har Marghøllin var til hon var rakt av stormskaða síðsta vetur.

Bjarni Johansen váttar, at upprunaliga varð spurt um økið har marghøllin er, men av tí at kommunan longu tá arbeiddi við at fáa høllina reista aftur, varð ongantíð tosa meira um tað sum ein møguleika.

- Vit vildu heldur vísa teimum á annað øki, og vinnulívsfólkini gjørdu eisini beinanvegin greitt, at tey ynsktu at vera ein viðspælar, og tí hevur ongantíð verið upp á tal at byggja har. Býráðið hevur samtykt at byggja marghøllina uppaftur, og tað hevur ongantíð verið nøkur ætlan um at broyta ta avgerðina, sigur Bjarni Johansen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder