Djúphavstrolarin Suðringur bleiv seldur til eitt felag á Skálafirði fyri nøkrum árum síðani, sum nú skal høgga trolaran upp.
Suðringur er bygdur á Skála Skipasmiðju í 1977, og hevur øll árini havt heimstað í Suðuroy.
Seinni bleiv trolarin seldur og fekk navnið Oyrnafjall, men eftir eina tíð fekk trolarin aftur nýggjar eigarar og uppruna navnið aftur.
Fyri nøkrum árum síðani keypti eitt felag hjá Tummas Henriksen og øðrum skipið, og flutttu loyvini yvir á Vesturvarða, sum somu eigarar høvdu keypt, og tí blev eldri trolarin frá 1977 seldur til eitt felag, sum skuldi høgga skipið upp.
Soleiðis endar yrkisleiðin hjá Suðringi, sum bæði bleiv sjósettur og tikin upp á land á Skála næstan 50 ár ímillum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald