
Suðurvarði er bygdur í 1975, og fekk tá upprunaliga navnið Suðurvarði.
Seinni bleiv skipið selt, og fekk navnið Sjúrðarberg og eftir tað Chr. Høj og heimstað í Grønlandi.
Fyri rúmari tíð síðani kom skipið aftur á føroyskar hendur tá ið Thor í Hósvík keypti skipið, sum hevur givið skipinum navnið Suðurvarði aftur.
- Vit eru í fer við at rigga Suðurvarða aftur til fiskiskap. Skipið liggur í løtui í Skagen, har tað skal sandblásast og málast, so tað fær sama lit sum Kappin, Thor og Túgvusteinur, sum vit eisini eiga, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari.
Suðurvarði hevur ikki verið í vinnu seinastu árini.
Skipið verður eftir ætlan aftur í Føroyum í august, og tá fer Suðurvarði til fiskiskap.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald