2020-11-05 10:23
Uppsjóvarskipið Gøtunes kom í nátt á Fuglafjørð at landa.
Gøtunes hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, men fiskiskapurin hevur verið smáligur.
Veiðan var 750 tons av svartkjafti, sum verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður gjørdur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Tá ið liðugt er at landa, fer Gøtunes helst aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald