2025-05-06 06:51

Føroysku uppsjóvarskipini hava góðan svartkjaftafiskiskap undir Føroyum fyri tíðina.
Fagraberg hevur landað umleið 2.900 tons av svartkjaft, Katrin Jóhanna hevur landað umleið 1.800 tons av svartkjafti, Ango skal landa 1.550 tons av svartkjafti og Jupiter skal landa 690 tons.
Christian í Grótinum hevur landað heili 3.630 tons í Karmsund, og Birita er eisini farin til Noregs at landa fulla last av svartkjafti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald