Innanlands

Svartkjaftastovnurin væl fyri

Nógvur svartkjaftur er at síggja fram við skotsku og írsku hellingini. Tað eru góðir árgangirnir frá 2020 og 2021

(Savnsmynd: Jan Müller)

(Savnsmynd: Jan Müller)

2024-05-16 10:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti hækkar við 31 prosentum frá í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vórðu gjørdar sunnanfyri í føroyskum, bretskum og írskum sjógvi síðst í mars mánaði í ár. Tað skrivar Havstovan.

Talan er um felags kanning við luttøku av havrannsóknarskipunum Jákup Sverra úr Føroyum, Tridens úr Niðurlondum, Celtic Explorer úr Írlandi, Vendla úr Noregi og Vizconde de Eza úr Spania.

Havstovan staðfestir, at nógvur svartkjaftur var at síggja á leiðini fram við skotsku og írsku hellingini. Talan var serliga um 2020- og 2021-árgangirnar, har 2021-árgangurin er methøgur sum 3-ára gamal fiskur.

Hækkingin í gýtingarstovninum stavar í høvuðsheitum frá teimum báðu góðu árgangunum, ið nú eru eitt ár eldri, og harvið tyngri.

Úrslitini frá kanningini verða nýtt í stovnsmetingunum av svartkjafti, sum verða gjørdar á altjóða havgranskingarstovninum ICES seinni í heyst.

Kanningarfrágreiðingin sæst her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder