Innanlands

Svartkjaftur og sild landað í Fuglafirði

Uppsjóvarskipið Arctic Voyager hevur júst landað svartkjaft til Havsbrún

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-11-15 19:47 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Arctic Voyager hevur landað 1400 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Sildafiskiskapurin er við at vera liðugur á hesum sinni, og eru flestu skipini nú farin á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, hóast nøkur framveegis fiska sild, men har er ikki nógv eftir av kvotunum.

Fagraberg landaði fyrr í vikuni 1100 tons av sild til Pelagos. Teir liggja nú í Fuglafirði, eins og Høgaberg eisini ger.

Um hesi skipini nú fara á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi ella aftur á sild vita vit ikki. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder