Innanlands

Svartkjafturin skal turkast

Ási Potts og aðrir fara nú við Høgakletti, sum hevur ligið í langa tíð. Nú skal skipið fiska svartkjaft av menningarkvotu, sum Høvdavirkið hevur fingið

Ási Potts, skipari á Høgakletti (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Ási Potts, skipari á Høgakletti (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2018-12-19 17:24 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Síðstu dagarnar hava menn stríðst við at gera Høgaklett kláran til fiskiskap. Hann hevur ikki verið til fiskiskap í langa tíð, og tí er ymiskt, sum er gjørt við skipið, nú tað aftur skal í vinnu.

- Vit skulu fiska av eini svartkjaftakvotu, sum Høvdavirkið í Leirvík hevur fingið til “Vinnuligar fiskivinnuroyndir eftir svartkjafti” Ætlanin er, at vit skulu landa fiskin til Høvdavirkið, sum hevur gjørt íløgur í útgerð, sum skal turka hann til turran fisk til útflutnings.

- Sum skilst, so er marknaður fyri turrum svartkjafti í Afrika og Russlandi. Alt er tó á byrjanarstøði, og tí er hetta ein marknaður sum skal byggjast upp yvir tíð, sigur skiparin á Høgakletti, Ási Potts.

- Tað vera ikki tær stóru mongdirnar Høvdavirkið megnar at turka at byrja við, men eini 50-60 tons um samdøgrið. Tí verða tað heldur ikki tær stóru lastirnar, vit eftir ætlan koma inn við.

Nú íløgur eru gjørdar bæði í skipið og í virkið, samstundis sum árið er alvorliga við at halla, vóna vit at fáa kvotu eisini komandi ár, so vit veriliga fáa gjørt hesa spennandi royndina, sigur Ási Potts.

[object Object]Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Høgiklettur fór avstað í gjárkvøldið, og átta mans fóru við.

Áðrenn teir loystu, var sjómanstrúboðarin umborð og hevði andakt og gav teimum jólapakkar.

[object Object]Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder