Hóskvøldið fór Katrin Jóhanna av Fuglafirði, har teir høvdu verið eftir útgerð.
Leiðin gekk suður móti markinum har svartkjaftaskipini royndu, tí teir skuldu á svartkjaftaveiðu.
Áðrenn teir loysti, hevði sjómanstrúboðarin andakt. Sangurin rungaði í messuni við undirspæla av harmoniku. Á skránni var sangur, bíbliuorð, vitnisburður og signingin.
Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin
Aftaná var ein góður drekkamuður við ísi afturvið.
Stemningurin var góður og menn vóru spentir at sleppa avstað.
Tíggju mans fóru við og brøðurnir Árni og Hjarnar Dalsgaard, sum eisini eru tveir av eigarunum, fóru við sum skipari og stýrimaður.
Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald