Innanlands

Taka ímóti nýggja Vesturbúgvanum í dag

Klokkan 18 er móttøka á keiini í Vestmanna

(Mynd: Vestmanna kommuna)

(Mynd: Vestmanna kommuna)

2024-05-06 13:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hátíðardagur í Vestmanna í dag. Nýggi Vesturbúgvin kemur á Vestmanna, og klokkan 18 verður skipað fyri móttøku á keiini.

Tað er partafelagið Vesturbúgvin, sum hevur keypt skipið, og tað fer til fiskiskap í næstum.

Gamli Vesturbúgvin hevur fingið navnið Norðfinnur, og hevur ikki verið í vinnu síðan partrolarin Eysturbúgvin sakk í 2022.

Nýggja skipið hjá vestmenningum er bygt í 2011, og er 43 metrar langt og 12 metrar breitt. Skipið hevur ein 2.000hk Yanmar motor, og er 906 bruttotons til støddar. 

Prísurin fyri nýggja Vesturbúgvan er góðar 55 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder