Føroyska Sjómansmissiónin hevur tey seinastu árini havt ein fastan talvudag í kirkjunum. Hesin er vanliga 5. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis), sum í ár er 17. juli.
Talvudagurin er ein týðandi fíggjarligur stuðul í arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini.
Í 104 ár hevur Føroyska sjómansmissiónin verið virkin millum sjófólkið, bæði á nærleiðum og á fjarðleiðum. At fáa Guds orð út til sjófólkið er høvuðsuppgávan og síðan at hjúkla um sjófólkið á ymiskan hátt við vitjanum, jólapakkum, geymum við kristnum sangum, andaktum,.. o.ø.
Alt hetta arbeiðið verður fíggjað við sjálvbodnum gávum og innsavningum.
Vón og bøn okkara er at væl verður tikið undir við talvudegnum.
Peningur kann eisini flytast á niðanfyri standandi kontonummur hjá Føroysku sjómansmissiónini.
Bank Nordik 6460-151.120.5
Eik Banki 9181-497.551.2
Norðoya Sparikassi 9865-103.429.9
Suðuroyar Sparikassi 9870-428.207.9
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald