2023-02-23 14:27
Uppsjóvarskipið Tasiilaq úr grønlandi hevur fiskað lodnu í íslendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan, sum er umleið 1100 tons av lodnu, verður landað til Pelagos í Fuglafirði. Tasiilaq kom á Fuglafjørð í nátt.
Tasiilaq loysti av Fuglafirði tann 18. februar, og hevur tí einans verið burtur í fýra dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald