2025-01-05 12:39
Linubáturin, Barið, hevur nú fingið navnið Streymsund og heimstað í Tórshavn.
Tað er felagið Thor Fisheries, sum er eitt dótturfelag hjá Thor í Hósvík, sum hevur keypt línubátin við loyvum.
Hans Andrias Kelduberg, reiðari hjá Thor, ynskir ikki at upplýsa keypsprísin, men sigur at teir eru nøgdir og gleða seg til at reka Streymsund víðari, sum hevur havt heimstað í Miðvági seinstu mongu árini.
Streymsund kemur at leggja meginpartin av veiðuni upp til Barðið í Havn, har onnur skip hjá Thor eisini landað veiðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald