Innanlands

Tjaldrið kemur til hjálpar

Brimil heldur fram at leita eftir saknaðu monnunum í nátt, men Tjaldrið verður nú eisini mannað

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-02-07 18:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi, flogfar hjá donsku sjóverjuni og Brimil hava leitað eftir teimum báðum saknaðu monnunum av Kambi í dag til tað bleiv myrkt, men hava enn ikki funnið nakað av týdningi.

Í morgin kemur Tjaldrið at luttaka í leitingini og fer at leita saman við Brimli, upplýsti MRCC fyri útvarpinum í kvøld.

Brimil heldur fram við leitingini í kvøld og í morgin.

Nótaskipini sum eru í økinum halda eisini eygað við, um nakað óvanligt er at síggja.

16 menn vóru á Kambi tá frystilínuskipið gjármorgunin fekk ein sjógv og seinni sakk. Skipið sakk 17 fjórðingar ein útsynning úr Akrabergi. 14 av manningini vórðu bjargaðir til lands við tyrluni, men tveir menn - ein 47 ára gamal og ein 57 ára gamal - eru ikki komnir afturíaftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder