Innanlands

Tóku ímóti Vón í Sundalagnum

Nýggja Rescue Vón kom til Eiðis í gjár

(Mynd: Esmar Klakstein)

(Mynd: Esmar Klakstein)

2021-08-17 11:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var ein vøkur sjón, tá nýggja farið hjá Eiðis Bjargingarfelag seinnapartin í gjár kom stimandi norður gjøgnum Sundalagið.

Fleiri bátar, eisini bjargingarbátar, vóru og tóku ímóti.

Stásiliga nýggja Rescue Vón er bygd í Cork í Suðurírlandi.

Á myndunum, sum Esmar Klakkstein hevur tikið, sæst gamla Vón sigla við síðurnar av nýggju Vón. Og her er tíðuligt at síggja munin á bátunum í stødd. Ein trupulleiki hjá Eiðis Bjargingarfelag hevur verið, at gamla Vón ikki var egnað at fara út um flógvan í øllum veðri.

Tað er nýggja og stásiliga Vón, og harvið kann eisini staðfestast, at tað nú verður eitt vet tryggari hjá bátum at vera á Norðhavinum og Sundunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder