2018-12-27 13:01
Vørn boðar frá, at treytirnar fyri at fáa fiskiloyvi til komandi ár eru broyttar. Talan er um treytirnar fyri at fáa fiskiloyvi í bólki 5 A.
Serstakar treytir eru um inntøku, í inniverandi ári, fyri at fáa fiskiloyvi til bólk 5 A. Fiskiloyvi til bólk 5 A kann sostatt ikki útskrivast, fyrrenn Fiskiveiðieftirlitið hevur fingið nøktandi upplýsingar, um inntøku og avreiðingarvirði, frá umsøkjara.
Fyri at sleppast kann undan, at bátar liggja eftir ársskiftið, hevur Fiskiveiðieftirlitið, saman við Fiskimálaráðnum, tikið avgerð um, at øll tey, ið hava rætt til fiskiloyvi í bólki 5, fáa útskrivað fyribils fiskiloyvi í bólki 5 B.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald