2022-07-20 17:03
Í gjár kom serflutningsskipið Meri úr Íslandi við einum krana úr Reykjavík.
Talan er um ein Gottwald krana, sum kann lyfta 125 tons. Frammanundan hevur Faroe Ship kranarnar Grepp og Gríp, sum lyfta ávíkavist 100 og 110 tons.
Nýggi kranin er partur av grønu umleggingini hjá Faroe Ship, tí kranin er soleiðis útgjørdur, at hann burturav kann vera eldrivin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald