Innanlands

Tríggjar krónur fyri kilo á muni fyri sama makrel

Danska uppsjóvarskipið Ruth landaði um vikuskiftið 950 tons av makreli, og fekk 11,51 danskar krónur fyri kilo. Í Føroyum er prísurin 8,38 fyri sama makrel

Ruth (Savnsmynd: EMS Photo)

Ruth (Savnsmynd: EMS Photo)

2019-01-21 06:40 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Stóra danska uppsjóvarskipið Ruth úr Hirtshals, landaði um vikuskiftið makrel í Norra. Skipið fær umleið 15 norskar krónur kilo, sum svara til 11,51 danskar krónur fyri kilo. 

Ruth hevur fiskað makrel í ES sjógvi, og á somu leið royndi nýggja skipið í føroyska fiskiflotanum, Katrin Jóhanna, eisini. Katrin Jóhanna skal landa 300 tons av makreli til Snarfrost í Miðvági í dag.

Eftir at nýggja fiskivinnunýskipanin kom í gildið fyri einum ári síðan, hevur tað verið krav, at føroysk skip, skulu landa veiðuna í Føroyum. 

Av tí, at tað er krav, at føroysku skipini landa veiðuna í Føroyum, fáa tey munandi minni fyri veiðuna enn tey skipini, sum fiska á somu leið, men landa veiðuna uttanlands. Munurin er bara, at skipini eru skrásett í hvør sínum landi, og tí hava útlendsku skipini størri úrval av virkjum, sum kunnu keypa teirra makrellastir.

[object Object]Tá Katrin Jóhanna kom á Miðvág leygardagin (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

Katrin Jóhanna má til Føroya við veiðuni, og skal landa veiðuna til Snarfrost í Miðvági, um virkið er klárt at taka í móti veiðuni. Hetta er tí at talan er um menningarkvotu, men um talan ikki var um menningarkvotu, so kundi Katrin Jóhanna landa veiðuna til hini trý virkini í Føroyum Faroe Pelagic, Varðin Pelagic ella Pelagos.

Av tí at veiðan hjá føroyskum skipum skal landast í Føroyum, so hava føroysku skipini, sum ikki hava fingið menningarkvotu, trý ymisk virkir at velja í millum, sum støðan er nú. 

Útlendsku skipini hava virkir bæði í Norra, Danmark, Føroyum og eisini onnur lond at velja í millum tá ið tey skulu landa. Tí verður kappingin munandi hægri hjá virkinum at bjóða uppá veiðuna, og tí veður prísurin eisini hægri.

Ruth hevði 950 tons av makreli, sum hevði eitt virði á 10,9 danskar milliónir. Hevði Katrin Jóhanna fiskað somu nøgd, og fingið føroyska prísin, so hevði lastin hjá Katrin Jóhonnu havt eitt virðið á knappar 8 milliónir krónur fyri sama makrel. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder