Faknevndin fyri skránna um Havgransking í Norðuratlantshavi - MARiNAO - hevur játtað tilsamans 9.436.065 kr - omanfyri níggju milliónir - til tríggjar nýggjar verkætlanir.
Hetta er triðja játtanarumfarið frá granskingarskránni, sum er fíggjað av donsku stjórnini. Endamálið við skránni er at styrkja samstarvið millum Grønland, Føroyar og Danmark um havgransking í Norðuratlantshavi.
Tað komu 9 umsóknir til freistina 11. desember 2023. Faknevndin setti eina altjóða serfrøðinganevnd at meta um góðskuna á verkætlanunum.
Faknevndin hevur grundað sínar avgerðir á metingarnar og raðfestingina hjá serfrøðinganevndini og á strategisku raðfestingina í útbjóðingartekstinum.
Verkætlanirnar, sum hava fingið játtað stuðul, eru:
DolphinUnit - Defining management units and genetic health of cetacean top predators in the Greenland-Iceland-Faroe-Scotland Ridge and beyond
Verkætlanarleiðari: Marie Louis, Grønlands Naturinstitut
Samstarv millum Grønlands Naturinstitut, Fróðskaparsetrið og Københavns Universitet
Játtan: 3.036.213 kr.
PHYTO-TRAITS - Morphological and nutritional traits of phytoplankton blooms in the Faroe Islands, Greenland and Ocean-Shelf systems of the North Atlantic
Verkætlanarleiðari: Ian Salter, Havstovan
Samstarv millum Havstovuna, Fróðskaparsetrið, Firum, Grønlands Naturinstitut og DTU Aqua, Finnish Environment Institute og Research Institute for Water and the Environment (Noreg).
Játtan: 3.199.852 kr.
Si-4-Eco - Silicate – gyre dynamics: consequences for north Atlantic ecological productivity
Verkætlanarleiðari: Brian MacKenzie, DTU Aqua
Samstarv millum DTU Aqua, Grønlands Naturinstitut og Havstovuna
Játtan: 3.200.000 kr.
Granskingarráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald