Innanlands

Trívist væl umborð á Stapanum

Tað verður ofta sagt, at tað er lættari at sigla við trolarum enn línuskipum, men tað haldi eg ikki, heldur tvørturímóti, sigur Aksel Thorsteinsson

Aksel Thorsteinsson (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Aksel Thorsteinsson (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-02-05 06:39 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Mær dámar væl her umborð á Stapanum, sum er eitt línuskip, hóast eg nærum havi siglt alt mítt vaksna lív við trolarum, sigur Aksel Thorsteinsson úr Vági.

- Tað verður ofta sagt, at tað er lættari at sigla við trolarum enn línuskipum, men tað haldi eg ikki, heldur tvørturímóti. Eg havi siglt nógv við stórum trolarum, og har er fiskiútgerðin bæði stór og tung, sigur hann.

- Inntøkan hevur eisini verið góð hesi gott fýra árini, eg havi siglt við Stapanum, ja, líka góð ella betri enn við norsku trolarunum, eg havi siglt við. Tað ljóðar frá nógvari inntøku í Norra, men norska krónan er bara umleið 60 oyru av okkara krónu, so tað hevur stóra ávirkan, sigur hann.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Hóast eg eri komin á ” 67 landsliðið”, so dámar mær framvegis væl at sigla, og eg haldi, eg orki rímiliga væl enn. Kortini ætli eg mær ikki at sigla líka nógv framyvir, men vóni at kunna trappa spakiliga niður,- sigur Aksel Thorsteinsson.

Stapin fór avstað mánadagin, og 14 mans fóru við. Teir royna við Ísland.

Sjómanstrúboðarin var umborð og heilsaði uppá manningina.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder