Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu varð í dag strikaður úr føroyska flotanum, og hevur fingið heimstað í Noregi.
Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu, sum Varðin læt byggja í 2010, er selt til norska reiðaríið K Halstensen.
Tróndur í Gøtu fór til Skagen í síðstu viku, har skipið skuldi landa seinastu lastina, og aftaná at skipið hevði landað, fór tað í dokk.
Hetta er vanlig mannagongd í sambandi við skipakeyp, og nýggju eigararnir skuldi eisini.
Í dag bleiv Tróndur í Gøtu so strikaður úr føroyska flotanum, og hevur nú fingið heimstað í Noregi.
Tróndur í Gøtu kom í føroyska flotan í 2010, tá ið skipið kom til føroyar sum nýbygningur av Karstensens skipasmiðjuni í Skagen.
Tróndur í Gøtu í dokkini í Skagen (Mynd: Sigmund av Teigum)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald