Innanlands

Tróndur í Gøtu landað 1.500 tons av makreli á Tvøroyri

Tróndur í Gøtu hevur verið á makrelveiðu í ES sjógvi

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2019-01-27 20:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu kom á Tvøroyri fríggjadagin, har teir skuldu landa.

Tróndur í Gøtu hevur verið á makrelveiðu í ES sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir høvdu 1.500 tons av góðum makreli við til lands, men fyrst landaðu Jupiter og Finnur Fríði, áðrenn Tróndur í Gøtu slapp framat.

Tá ið liðugt var at landa fóru teir aftur til fiskiskap. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder