Innanlands

Tróndur í Gøtu hevur landað lodnu á Tvøroyri

Tróndur í Gøtu hevur landað 600 tons, og er farin aftur til fiskiskap

Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-02-28 22:14 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu hevur landað lodnu á Tvøroyri.

Talan er um 600 tons av lodnu, sum er fiskað undir Íslandi, sum bleiv landað til Varðan Pelagic.

Skipini hava havt góðan fiskiskap eftir lodnu seinastu dagarnar. 

Tróndur í Gøtu hevur nú sett kós móti lodnufeltinum aftur. 

[object Object] Mynd: Fishfacts.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder