2019-01-17 17:43
Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu kom í nátt á Fuglafjørð, har teir skulu landa svartkjaft.
Tróndur í Gøtu hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Teir hava 2400 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.
Tá ið liðugt er at landa, fara teir aftur til fiskiskap eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald