2018-10-24 22:03
Uppsjóvarskipið úr Gøtu kom á Tvøroyri í morgun, har teir skulu landa sild.
Tróndur í Gøtu hevur verið á sildaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Teir hava 1100 tons, sum teir skulu landa til uppsjóvarvirkið Varðan Pelagic.
Upplýst verður, at talan er um góða stødd - umleið 400 gramm í miðal, og at tá ið Tróndur í Gøtu hevur landað, verður fari aftur á sildaveiðu í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald