Innanlands

Tróndur í Gøtu landar sild á Tvøroyri

Tróndur í Gøtu hevur 1100 tons av sild, sum teir landa til Varðan Pelagic

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-02-11 21:32 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu, kom seint í gjár á Tvøroyri, har teir skulu landa,

Teir hava verið á sildaveiðu norðanfyri í altjóða sjógvi, og hava 1100 tons av góðari sild við tl lands, sum teir landa til Varðan Pelagic.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið á lodnuveiðu.

Í løtuni eru Finnur Fríði og Norðborg einastu føroysku skipini, sum eru á lodnuveiðu, men fiskiskapurin er smáligur í løtuni.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder