2021-10-22 09:31
Uppsjóvarskipini hava fiskað makrel í norskum sjógvi hendan túrin.
Tróndur í Gøtu hevur júst landað umleið 500 tons av makreli til Varðan Pelagic á Tvøroyri, sum er fiskaður í norskum sjógvi.
Seinni í dag kemur Gøtunes á Tvøroyri, har skipið somuleiðis skal landa makrel.
Gøtunes hevur eina minni nøgd enn Tróndur í Gøtu - umleið 350 tons.
Hjá Varðanum Pelagic verður makrelurin framleiddur til matna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald