Innanlands

Trý frystilínuskip landað í Kollafirði

Kambur, Stapin og Jógvan I hava landað í Kollafirði

Kambur (Mynd: Gorm Niclassen)

Kambur (Mynd: Gorm Niclassen)

2025-06-14 13:43 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Frystilínuskipini Kambur, Stapin og Jógvan I hava øll landað veiðuna hjá sær í Kollafirði.

Kambur er komin inn við 205 tonsum, Stapin er komin við 160 tonsum, og Jógvan I er komin inn við 270 tonsum.

Kambur og Stapin hava bæði fiskað undir Føroyum, meðan Jógvan I hevur fiskað á 190 tons á Flemish Kap og restina undir Føroyum.

Tað mesta, sum Kambur hevði í lastini var longa, meðan hjá Stapanum var tað brosma.

Hjá Jógvan I var n´ógv tað mesta av veiðuni toskur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder