Nógv virksemi er á MEST í løtuni og komandi mánaðirnar.
Frá Royal Greenland hevur uppisjóvarskipið Tasiilaq verið í turrdokkini á Skála til klassingar arbeiði og ymiskt annað viðlíkahalds arbeiði.
Trolarin Tuneq er eisini júst komin og skal ymiskt viðlíkahaldsarbeiði byrja í vikuni. Skipið verður eftirfylgjandi liggjandi við bryggju í nakrar vikur.
Trolarin Polar Princess frá Polar Seafood kom í dokk nakað fyri jól og hevur fingið framt umfatandi klassingar arbeiði og ymiskt viðlíkahalds arbeiði. Eftir at arbeiði í dokkini var liðugt, bleiv skipið sleipað til Havnar, har írestandi viðlíkahaldsarbeiði verður framt. Polar Princess ferð væntandi avstað aftur í næstu viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald