2023-03-26 13:50
Klokkan 22 í gjárkvøldið boðaði skiparin umborð á Túgvusteini frá, at teir høvdu trupulleikar við róðrinum, og bað hann um sleip til lands.
Túgvusteinur var til fiskiskap góðar 38 fjórðingar vestanfyri Sandoynna.
Vørn skrivar, at Brimil var hjá Túgvusteini ein tíma aftaná, og byrjaði hann at sleipa Túgvustein til Havnar, har teir kunnu umvæla brekið við róðrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald