Tann 16. mars 2022 var avgerð tilin um at flyta og víðka aliøki hjá P/F Luna á Miðvági/Sandavági, t.e. A-27.
Tað skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan á heimasíðuni.
Grundarlagið undir avgerðini er millum annað at í liggjandi góðveðri er sjógvútskiftiningin innarlaga á aliøkinum ov lítil til at halda súrevnisstøðuna á einum nøktandi støði um summari og út á heysti.
Við at víðka aliøkið 350 metrar úteftir, kann fiskurin svimja í frískari sjógvi alt árið samstundis sum at innasti partur av økinum móti brimgarði/Giljanesi, og sum var á økið ið var grynri enn 20 metur, er tikið burtur.
Á Velbastað er aliøkið økt nakað, so pláss er til tríggjar aliringar afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald