Innanlands

Tvey fakfeløg ársaðalfund í dag

Føroya Skipara- & Navigatørfelag og Føroya Fiskimannafelag hava í dag aðalfund. Hjá fiskimonnunum er stríðsval

(Mynd: Fsn.fo)

(Mynd: Fsn.fo)

2021-12-28 08:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tvey fakfeløg hjá sjómonnum hava ársaðalfund í dag. 

Ársaðalfundurin hjá Føroya Skipara -& Navigatørfelag verður á Hotel Hilton Garden Inn klokkan hálvgun tríggju, meðan tann hjá Føroya Fiskimannafelag verður í hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag á Tjarnardeild klokkan 10.

Tá freistin at stilla formann upp í Fiskimannafelagnum var farin, vóru tvey valevni. Tey eru Mortan G. Berjastein og Jan Højgaard. Síðstnevndi hevur verið formaður síðani 2007.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder