Innanlands

Tvey valevni til formanssessin í Maskinmeistarafelagnum

Stríðsval er um formanssessin hjá maskinmeistarunum. Tummas Eli Høj Joensen og Arnfinn Bech stilla upp

2023-01-13 15:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Uppskot til formansval og nevndarval skuldi vera Maskinmeistarafelagnum í hendi í seinasta lagi 15. desember.

Og nú uppgjørt er, er greitt, at tað verður stríðsval í Maskinmeistarafelagnum.

Teir uppstillaðu eru Tummas Eli Høj Joensen, sum er verandi formaður, og Arnfinn Bech, sum starvast hjá Strandferðsluni.

Til nevndarval eru Regin Meyer Olsen (Klaksvík), Mortan Sólheim Olsen (Klaksvík), og Arnfinn Bech (Tvøroyri) uppstillaðir.

Fram til aðalfundin, sum verður í mars mánað, ber til at atkvøða við brævatkvøðu á skrivstovu felagsins á Grønlandsvegi 58.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder