Tvíkiljan Stangarnes, sum hevur verið hart roynd í 20 ár, hevur verið til høvuðsumvælingar á MEST, so hon nú er sum nýggj.
Arbeiðið er framt innandura í høllini hjá MEST í Havn í tíðarskeiðnum mai til desember í ár. Arbeiðið er gjørt í tøttum samstarvi við Bakkafrost og fevnir m.a. um at nógv stál er skift yvir og undir dekki, sandblásing innan og uttan, metalisering uttan, málað 3 ferðir undir dekki og 4 ferðir omandeks, nýggjar motorar, nýggjan krana, nýtt manningarrúm, nýtt maskinrúm til nýggjan hjálpimotor og at øll hydrauliska skipanin er skift út við nýggja eldrivna og orkusparandi skipan.
Arbeiðið er framt innan fyri avtalaða tíðarkarmin, og Bakkafrost fær nú í roynd og veru eina “nýggja” tvíkilju fyri ein góðan prís og við hálvari veitingartíð.
Myndirnar vísa hvussu Stangarnes sá út frammanundan og nú hon er sjósett aftur í dag og fer til rakstur í Suðuroynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald