2022-12-03 11:42

Tyrlan hjá Atlantic Helicopters var í gjár eftir einum sjómanni, sum hevði fingið skaða.
Í gjárkvøldið beint áðrenn klokkan hálvgum ellivu varð boðað frá, at ein maður umborð á Fagraberg hevði fingið skaða, tá skipið fekk ein sjógv.
Skipið var statt 240 fjórðingar norðanfyri Føroyar, skrivar heimasíðan hjá Vørn.
Skaddi maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald