Innanlands

Umleið 3500 tons virkast í Fuglafirði

Trý uppsjóvarskip hava landað sild, svartkjaft og makrel í Fuglafirði til tvey virkir

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2018-11-28 17:25 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Bæði hjá Havsbrún og Pelagos í Fuglafirði er ríkiligt at gera við at taka ímóti veiðuni frá uppsjóvarskipunum.

Høgaberg hevur landað 1000 tons av makreli, sum teir hava fiskað við nót, til Pelagos.

Talan hevur verið um góðan fiskiskap, og tá ið teir eru lidnir at landa, skal Fagraberg landa sild.

Fagraberg hevur 1800 tons av sild, sum skal landast til Pelagos, og sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi.

Norðingur, sum vanliga landar í Kollafirði, hevur landað umleið 500 tons av svartkjafti til Havsbrún, og skuldi síðan landað góð 150 tons av makreli til Pelagos.

Øll skipini fóru aftur til fiskiskap tá ið liðugt var at landa. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder