Innanlands

Umleið 431.000 pund landað í Havn í dag

Eitt par, eitt línuskip og eitt garnaskip hava lagt veiðuna upp í Havn í dag

Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

2018-06-25 22:44 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Hjá fiskavirkinum í Havn, hava tey havt úr at gera í dag.

Partrolararnir Jaspis og Ametyst landaðu í dag til Barðið. Teir hava fiskað eystanfyri hendan túrin, og við til lands høvdu teir 260.000 pund, har meginparturin av veiðuni var upsi.

Upplýat verður, at teir hava fiskað í 12 dagar hendan túrin, og skipini fóru aftur til fiskiskap í kv'ød.

Línuskipið Sandshavið er komið undan Eystur Grønlandi, og við til lands høvdu teir 160.000 pund, harav nógv tað mesta av veiðuni er toskur.

Garnaskipið Túgvusteinur hevur landað umleið 11.000 pund av svartkalva til Barðið, og sostatt hevur virkið tikið í móti umleið 431.000 pundum av ymsum fiskasløgum í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder