Innanlands

Eldur í íslendskum uppsjóvarskipi: Umvælingin mett at taka fýra vikur

Barði kom á Havnina eftir at eldur var kyknaður umborð

Barði (Savnsmynd: Gorm Niclassen)

Barði (Savnsmynd: Gorm Niclassen)

2026-06-16 11:02 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Íslendska uppsjóvarskipið Barði liggur í løtuni á Havnini, har umboð fyri reiðaríið og íslendsku tryggingina eru komin umborð.

Tað var í síðstu viku, at eldur kom í íslendska uppsjóvarskipið Barði, sum var á veg til Íslands. 

Skipið vendi við, og tað eydnaðist manningini at sløkkja eldin, og síðani sleipaði Brimil skipið á Havnina.

Íslendskir miðlar skriva í dag, at manningin er farin til Íslands aftur, og umboð fyri reiðaríið og íslendsku tryggingina eru komin til Føroya at kanna skaðan, sum er umborð, og mett verður, at arbeiðið tekur eini fýra vikur at umvæla skipið.

Mett verður, at hol er komið á eina oljuslangu, og síðani er eldurin kyknaður umborð. 

Barði var á veg til Íslands eftir at hava verið á beding í Føroyum.

Barði er bygt í 2012 í Turkalandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder