Innanlands

Uppboðssølan av fiskirættindum á Flemish Cap 2019 verður hildin 31. januar

Nøgdin fevnir um 1.276 tons av toski, sum verða boðin út sum eitt ára rættindi

Mynd: Hagstovan

Mynd: Hagstovan

2019-01-18 12:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kunngerðin, um at bjóða rættindi út á uppboðssølu í 2019, er nú lýst.

Nøgdin fevnir um 1.276 tons av toski, sum verða boðin út sum eitt ára rættindi. Persónur ella felag, sum í 2019 hevur rætt til fiskiloyvi í bólki 3 sambært løgtingslógini, kann lata boð inn. Veiðast skal við línu.

Uppboðssølan verður skipað sum opin uppboðssøla. Avgerðin er grundað á viðmerkingarnar frá Fiskivinnuráðnum, ið mælti til, at uppboðssølan skal vera opin, skrivar Fiskimálaráðið.

Avgjørt er, at uppboðssølan verður hildin hósdagin 31. januar 2019, kl. 13.00.

Nærri treytir eru lýstar í kunngerðini, sí www.kunngerdaportalur.fo

Fiskamarknaður Føroya stendur fyri uppboðssøluni. Nærri upplýsingar ella vegleiðing fáast við at venda sær til Fiskamarknaðin www.fmf.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder