Uttanlands

Uppsjóvarskip fara uttanlands at landa sild

Fagraberg hevur sett kós móti Skagen við 1.500 tonsum, og Birita skal landa 1.300 tons í Noregi

Fagraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Fagraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-11-15 09:18 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Kunngerð er nú lýst soleiðis, at føroysk skip sleppa at landa sild uttanlands.

Uppsjóvarskipið Fagraberg er ávegis til Skagen, har skipið skal landa 1.500 tons av sild til FF Skagen.

Fagraberg hevur fiskað sild í íslensdskum sjógvi, og fiskiskapurin heuvr verið góður.

Birita úr Havn, skal landa 1.300 tons av sild í Fosnavåg í Noregi. Birita hevur eisini verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og fer aftur á sildaveiðu tá ið liðugt er at landa.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder