2024-05-20 20:37

Vestmenningur hevur landað 2.200 tons av svartkjafti í Skagen.
Uppsjóvarskipið hevur havt góðan fiskiskap, og loysti aftur úr Skagen í dag.
Arctic Voyager er eisini farið til Skagen at landa, og hevur uppsjóvarskipið 2.000 tons av svartkjafti.
Føroysku uppsjóvarskipini landa í løtuni veiðuna í Danmark, Noregi, Íslandi, og onkur last er landa í Írlandi.
Hetta kemst alt av, at Havsbrún ikki kann virka svartkjaftin so leingi verkfallið er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald