Uttanlands

Uppsjóvarskipini farin á sildaveiðu í íslendskum sjógvi

Loksins er sildafiskiskapurin byrjaður í íslendskum sjógvi

Flestu føroysku uppsjóvarskipini eru nú farin á sildaveiðu í íslendskum sjógvi (Mynd: Fishfacts.fo)

Flestu føroysku uppsjóvarskipini eru nú farin á sildaveiðu í íslendskum sjógvi (Mynd: Fishfacts.fo)

2023-11-07 07:22 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu tíðina hava føroysku uppsjóvarskipini bíðað eftir at sildafiskiskapurin skuldi taka seg upp í íslendskum sjógvi.

Nøkur skip hava verið á feltinum og leitað, meðan fleiri hava ligið og bíðað.

Skipini, sum eru á feltinum í løtuni eru Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Gamli Jupiter, Jupiter og Katrin Jóhanna.

Sum sæst á myndini til greinina, so sær tað út til at Fagraberg siglir heim til Føroyar at landa. Júst hvat teir hava vita vit ikki.

Skipini Vestmenningur, Gøtunes, Christian í Grótinum og Norðborg eru øll áveg á sildafeltið í íslendskum sjógvi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder