Innanlands

Uppsjóvarvirkini hava úr at gera at virka makrel

Hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri og Pelagos í Fuglafirði hava tey úr at gera at virka allan makrelin, sum føroysku uppsjóvarskipini fiska í løtuni

Varðin Pelagic er eitt av virkjunum, sum virkar makrelin, sum skipini fiska í løtuni (Savnsmynd)

Varðin Pelagic er eitt av virkjunum, sum virkar makrelin, sum skipini fiska í løtuni (Savnsmynd)

2024-08-12 18:53 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri og Pelagos í Fuglafirði hava tey úr at gera at virka allan makrelin, sum føroysku uppsjóvarskipini fiska í løtuni.

Hjá Varðanum Pelagic hava Tummas T og Ango verið inni við ávíkavist 300 og 130 tonsum av makreli.

Skipini hava havt góðan fiskiskap, og talan er um góðan makrel, sum skipini fáa.

Nógvar landingar í Fuglafirði
Hjá Pelagos í Fuglafirði eru tey einki aftanfyri tey á Tvøroyri, tá ið tað kemur til at virka makrel.

Vestmeningur landaði leygardagin 200 tons, og fór aftur til fiskiskap tá ið liðugt var at landa.

Aftaná vestmenning átti Birita tørn, og landaði 260 tons av makreli.

Gamli Jupiter slapp síðani framat, og hava teir 500 tons av makreli.

Aftaná Gamla Jupiter eigur Arctic Voyager tørn, og hava teir 650 tons av makreli við til lands.

Jupitr hevur umleið 530 tons av makreli, sum skal landast til Pelagos, og Katrin Jóhanna hevur umleið 340 tons.

Hjá Katrin Jóhannu skal ein partur koyrast til Snarfrost, har makrelurin skal virkast.

Føroysku skipini hava havt góðan fiskiskap eftir makreli seinastu dagarnar, og talan er um góðan makrel skipini fáa, sum liggur um 600 gramm í miðal.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder