Bæði hjá Havsbrún og hjá Pelagos hava tey úr at gera at virka veiðuna, sum skipini landa.
Ikki minni enn góð 5000 tons av svartkjafti eru komin til Havsbrún um vikuskiftið.
Talan er um fimm landingar Borgarin, Christian í Grótinum, Fagraberg, Tummas T og Arctic Voyager, som kom á Fuglafjørð í gjárkvøldið.
Borgarin landaði fríggjadagin 1400 tons av svartkjafti, síðan slapp Christian í Grótinum framat, so Fagraberg, Tummas T og síðan byrjaði Arctic Voyager at landa í gjárkvødið.
Hjá Pelagos hevur tað tó ikki verið líka nógv at virkað. Nótaskipið Høgaberg kom um vikuskifitð inn við 400 tonsum av góðum makreli, sum teir hava fiskað undir Føroyum.
Tá ið skipini vóru liðug at landa fóru tey aftur til fiskiskap.
Fagraberg setti tó kós móti Havnini, har teir nú liggja og gera onkra umvæling áðrenn farð verður aftur á svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald