Innanlands

Úr at gera hjá Varðanum Pelagic

Hjá Varðanum Pelagic hava tey úr at gera við at taka ímóti sild

Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: jn.fo)

Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: jn.fo)

2024-12-07 19:13 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri er nógv sild komin um kaikantin um vikuskiftið.

Finnur Fríði hevur júst landað 400 tons av sild, og aftaná skuldi Tummas T landa.

Tummas T hevur 350 tons, og varð liðugur at landa á døgurða.

Aftaná Tummas T kom Fagraberg á Tvøroyri við 470 tonsum av sild, sum skuldi landast til Varðan Pelagic.

Tróndur í Gøtu er ávegis á Tvøroyri, har skipið skal landa 350 tons av sild til Varðan Pelagic, og skal Tróndur í Gøtu landa aftaná Fagraberg.

Fiskiskapurin eftir sild hevur verið smáligur seinastu tíðina, og skipini hava roynt í altjóða sjógvi.

[object Object]Tróndur í Gøtu ávegis á Tvøroyri fyrr í dag (Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder