2020-11-19 07:10
Hjá Havsbrún í Fuglafirði hava tey úr at gera við at taka ímóti svartkjafti.
Finnur Fríði landar í løtuni 2500 tons av svartkjafti til Havsbrún, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi.
Fiskiskapurin hevur verið góður, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.
Aftaná Finn Fríða, skal Arctic Voyager landa.
Finnur hevur 1300 tons av svartkjafti, sum eisini er fiskaður í føroyskum sjógvi.
Arctic Voyager (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald