Innanlands

Úr Havana á upsaveiðu undir Føroyum

Nýggj bók um Beta og kubatrolararnir komin út - Jón Brian Hvidtfeldt hevur skrivað

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-12-07 18:40 Author image
Innsent
placeholder

Søgan um reiðaríið Beta í Fuglafirði er fyrst og fremst søgan um tey átta skipini, sum á mannamunni bara vórðu nevnd kubatrolararnir. Teirra uppruni er ein søga fyri seg, eins væl og teirra vegur inn í føroysku fiskivinnuna.

Nú er ein bók skrivað um kubatrolararnar. Jón Brian Hvidtfeldt, kringvarpsjournalistur, er rithøvundur.

Í Havn vóru nógv fólk komin út á molan at forvitnast og taka ímóti fremmandu skipunum av Kuba. Fólkið noyddust tó at brynja seg við toli, tí long tíð gekk, frá tí at fyrsta til síðsta skipið kom inn um molan henda 17. august í 1973. Kubatrolararnir fóru í Norðsjógvin sum vaktarskip í oljuvinnuni. Men uppgávurnar fækkaðust, og skipini gnaddaðu gummi á Hulki.

– Eg fór at hugsa um, at kanska hevði tað loyst seg at umbygt kubatrolararnar til fiskiskap undir Føroyum. Skipini høvdu hóskandi stødd, eina fína last og ivaleysa stór manningarúm. Men spøl, maskina, hjálpimotorar og tólini á brúnni kundu ikki nýtast, sigur Olaf Olsen.

Tað var byrjanin til Beta, sum í 29 ár rak fiskiskap við Føroyar. Beta hevur verið gjøgnum fleiri kreppur. Eitt nú oljukreppuna í 1979, ið noyddi reiðaríið at leggja um til partroling. Og undir djúpu kreppuni fyrst í nítiárunum fór felagið í gjaldsteðg. Tíðarskeiðið eftir kreppuna, tá ið lógin um vinnuligan fiskiskap kom í gildi, fyrst við kvotuskipan og seinni fiskidøgum, verður eisini lýst bókini.

Beta hevur eisini gingið á odda við at endurnýggja heimaflotan. Skipini, ið Beta stutt eftir aldarskiftið gjørdi sáttmála um við spanska skipasmiðju, eru framvegis nýggjastu skip, ið føroyingar hava latið byggja til fiskiskap undir Føroyum.

Samanumtikið eiga Beta og kubatrolararnir sín stóra leiklut í nýggjari fiskivinnusøgu. Søgan um Beta endaði, sum stjórin í felagnum flestu árini málber seg í bókini, sum ”eitt punktum í ótíð”. Knappliga varð Beta selt fyri 105 milliónir krónur, og keyparin var Føroya Fiskavirking. Eisini henda sølan verður lýst í bókini.

Søgan um Beta verður fyrst og fremst lýst gjøgnum Olaf Olsen, ið meira enn nakar annar var ímyndin av reiðarínum øll árini. Jón Brian Hvidtfeldt hevur skrivað bókina, sum er um 300 síður og fæst í bókasølunum kring landið.

[object Object]


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder